Innsavnan á 30.000kr til frama fyri Kenja

Í gjár var stuðulstiltak í Perluni til frama fyri verkætlan í Kenja. Maria Syderbø Mikkelsen, fyriskipari, greiðir frá, at tiltakið eydnaðist væl, og at góðar 30.000 kr. eru innsavnaðar.

Maria Syderbø Mikkelsen letur væl at stuðulstiltakinum, sum hevði heitið “Tey droyma eisini um eitt gott lív”.

– Vit eru sera vælnøgd við Kenja-tiltakið: Vit eru takksom fyri, at fólk hava tikið so væl undir við tí. Perlan var ein góður og hugnaligur karmur um tiltakið. Perlan var á tremur við fólki, sum høvdu áhuga í at stuðla og hoyra um hjálpararbeiðið o.a., sigur Maria Syderbø Mikkelsen í viðmerking við Fjúrtanda.

Umframt innsløgini í sambandi við hjálpararbeiðið í Kenja, hevði Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, hugleiðingar um ungan yrkjara úr Kenja, sum kemur úr sera trongum korum. Frum og Budam hugtóku á hvør sín hátt við sínum tónleiki. Fólk vóru samd um, at hetta gav kvøldinum nakað serligt.

– Pengarnir verða nýttir til at hjálpa ungum, sum eru fastlæst í fátækradømi at sleppa víðari eftir lokna miðnámsskúlaútbúgving í ABC Children’s Aid Kenya. Í næstum fara Føroyska Barnahjálpin, ABC Children’s Aid Kenya og eg at tosa um, hvussu peningurin verður best brúktur. Eri sera fegin um undirtøkuna og gleði meg at síggja úrslitið í Kenja, sigur Maria Syderbø Mikkelsen við einum smíli.

Í sambandi við átakið eru higartil innsavnaðar góðar 30.000 kr. Kontan hjá Kenja-tiltakinum er enn opin fyri peningagávum. Kontan er 6460-5641898.