Íslendingar eygleiða uttan at ávirka

Forseti Íslands, Guðni Thorlacius Jóhannesson, hevði fyrilestur á fróskaparsetrinum klokkan tíggju í morgun. Hann vildi ikki gera ov ítøkiligar viðmerkingar til politisk mál, men gleddist um at vera aftur í akademiska haminum, tá hann helt stuttan fyrilestur um toskastríðið. 

Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, var í nógv ár professari í søgufrøði á Háskóla Íslands, áðrenn hann summarið 2016 gjørdist forseti. Hann er serfrøðingur í toskastríðnum, og tí helt hann fyrilestur um toskastríðið, nú hann var á ferð í Føroyum.

Toskastríðiðni í Íslandi, eru fleiri stríð um at flyta fiskimarkið longur og longur út. Serliga verður ofta meint við stríðini frá 50’árunum til 70’árini, tá tað leikaði serliga hart á, og íslendingar millum annað brúktu eitt serligt tól at skera trolini á bretsku trolarunum yvir, soleiðis at trolarinir mistu fiskin og møguleikan at fiska meira.

Men forsetin legði dent á, at hóast tað leikaði hart á í sokallaðu toskastríðunum, so var tað at enda altjóða avtalur, ið vóru grundin til semju. Altjóða Lóggáva menti seg soleiðis, at hon var íslendingum til fyrimuns, tí fleiri og fleiri lond kravdu økt fiskimark.

Forsetin segði eisini, at hann helt at Ísland, Føroyar og onnur lond í útnorði høvdu eina serliga uppgávu at berjast fyri umhvørvinum, tí at, sum hann sjálvur orðaði tað, so ber ikki til at liva av plasti.

Tá spurningar komu úr fullsetta salinum, vildi forsetin ikki gera ov ítøkiligar viðmerkingar til politiskar spurningar, sum millum annað snúði seg um flóttafólk, umvhørvispolitikk og samband Føroyinga og Danmarkar. Hann helt ikki hansara uppgáva var at ávirka politiskar mannagongdir, men hann segði annars at tað sjálvsagt verður fylgt við í føroyskum politikki úr Íslandi.