Jan Berg Jørgensen skal leiða filmshúsið

Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur tilnevnt stýrið fyri nýggja Filmshúsið. Jan Berg Jørgensen verður formaður í stýrinum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum hevur tilnevnt stýrið fyri filmshúsið. Í stýrinum eru vald: Jan Berg Jørgensen, sum verður formaður, Marjun Niclasen og Jón Hammer, ið øll hava útbúgving og royndir innan film og miðlar og eru virkin í føroyska filmsumhvørvinum.

Í tíðindaskrivið frá málaráðnum grundgeva tey fyri valinum soleiðis:

“Jan Berg Jørgensen hevur m.a. verið við til at byggja upp filmsverkstaðin Klippfisk, sum hevur havt sera týðandi leiklut í at menna filmsførleikar og filmsfólk í Føroyum. Marjun Niclasen hevur tikið lut í filmsframleiðslum og skipað fyri filmsfestivalum og Jón Hammer hevur somuleiðis verið við í fleiri føroyskum og útlendskum filmsframleiðslum.”

Uttanríkis- og vinnumálráðið sigur eisini, at stýrið fær ábyrgdina av fylgjandi uppgávum:

  • ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • marknaðarføra føroyskan film uttanlands,
  • marknaðarføra Føroyar sum filmsland,
  • svara fyrispurningum innlendis og uttanifrá,
  • vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðsur,
  • miðla samband millum filmsaktørar,
  • samstarva við viðkomandi partar um filmssavn,
  • skipa fyri førleikamenning, harundir skúla og skeiðum,
  • savna og miðla vitan um film,
  • samstarva við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o., so tryggjað verður, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.