Jens L. Thomsen skal prýða býráðshúsið í Norðragøtu

Jens L. Thomsen skal prýða nýggja býráðshúsið í Norðragøtu við heldur øðrvísi listprýðing. Jóhan Christiansen fegnast um avtaluna. 

Á heimasíðu síni boðar Eysturkommuna frá, at Jens L. Thomsen skal prýða nýggja býráðshúsið. Talan verður um heldur øðrvísi list við mynda- og ljóðlist, ið eisini skal hoyrast uttan fyri húsini.

– Vit seta altíð eitt prosent av játtanini til tílíkar verkætlanir av til list, greiðir Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu frá.

Jóhan Christiansen greiðir víðari frá, at avgerðin, um at tílík list skal prýða salin, er tikin í samráð við listafrøðing og arkitektin av húsunum. Tey fundaðust saman við býráðslimum og komu til ta niðurstøðu, at tað hevði riggað væl við tílíkari list í nýggju húsunum. Listaverkið fer at kosta 200.000 krónur.

Á heimasíðuni hjá kommununi stendur, at “í býráðssalinum er eitt op í gólvinum, har til ber at eygleiða ánna. Ætlanin er at hava ljós í ánni, sum lýsir úr vatninum upp gjøgnum opið í gólvinum og teknar livandi endurspeglingar av ánni á loftið í salinum. Video- og ljóðlistaverkið tekur listarligt støði í ljósinum, ið kemur gjøgnum opið. Til tess at skapa eina heildarmynd verða video- og ljóðupptøkur gjørdar av vatni og náttúru kring Eysturkommunu.”

Jóhan Christiansen sigur at enda, at tað er av tilvild, at listamaðurin í hesum førinum er úr nærøkinum, og at kommunan als ikki einans velur lokal listafólk.

– Vit royna at nýta ymisk listafólk og velja heldur tað listaverkið, ið passar til, enn ávís listafólk, sigur Jóhan Christiansen.

Listamaðurin er farin undir listaverkið við eitt nú at savna tilfar av ljóði inn ymsastaðni úr kommununi, og listaverkið verður allarhelst liðugt einaferð í heyst.