Kjakið um fosturtøku er týdningarmikið

Í kvøld verður kjak sum Ung fyri Miðflokkin skipa fyri um fosturtøku í Perluni í Havn. Katrin Kallsberg luttekur í kjakinum, og hon heldur tað týdningarmikið at viðgerða málið.

– Eg haldi tað er gott, at eitt so týdningarmikið mál verður tikið upp, og at etisk mál sum heild verða viðgjørd, sigur Katrin Kallsberg, ið skal luttaka á kjaki um fosturtøku í kvøld.

Ung fyri Miðflokkin skipa í kvøld fyri tiltaki um fosturtøkulógina í Perluni. Á tiltakinum verður kjak ímillum ymiskar politiskar flokkar, og Katrin Kallsberg skal millum annað luttaka fyri Tjóðveldi.

– Málið kann eisini gerast aktuelt, nú familju- og arvarættarøkið verður føroyskt málsøki, leggur hon afturat.

Les eisini: Fosturtøka verður ov lítið viðgjørt

Kjakið um fosturtøku er sum heild lítið viðgjørt, og fáir politikkarar í Føroyum tora at taka kjakið upp til viðgerð. Í Danmark er frí fosturtøka upp til 12 viku, ímeðan føroyska lóggávan er meira stirvin og torskild.

– Frí fosturtøka eins og tann, sum er í Danmark, reisir fleiri spurningar. Skal fosturtøka verða loyvd upp til tólvtu viku eins og í Danmark ella viku 24 eins og aðrastaðni? sigur Katrin Kallsberg, ið ikki heldur, at vit skulu leggja okkum eftir donsku skipanini, men til dømis hyggja at, hvussu tey hava gjørt í Íslandi. Í Íslandi er fosturtøka loyvt upp til tólvtu viku, men avgerðin skal takast í samráð við læknan. Katrin vísir á, at tað er týdningarmikið, at kvinnan hevur aðrar møguleikar at velja í enn bara fosturtøku, og at kvinnan fær kunning um aðra hjálp, hon kann fáa.

– Men mín boðskapur í kvøld verður, at vit mugu taka hond um okkara trupulleikar, og ikki bara útflyta teir til onnur lond, eins og vit gera við til dømis fosturtøku nú. Sum samfelag hava vit skyldu at taka okkum av øllum trupulleikum, ið fólkið í landinum hevur – eisini spurninginum um fosturtøku, sigur Katrin Kallsberg at enda, sum heldur, at tað er týdningarmikið, at kvinnur í Føroyum hava møguleika at fáa fosturtøku, hóast hon kanska ikki skal gerast heilt frí.

Tiltakið um fosturtøku byrjar klokkan 20.00 í kvøld og verður í Perluni í Havn.