Kom nú yvir og ikki niður

Tað finnast aðrir møguleikar, so tað er ikki heimsins undirgangur, um mann ikki altíð fær tað rætta talið fyri allar stílarnar. 

Beinir Bergsson skrivar fríggjadagsklummuna hesa ferð, 

Tað hendi mangan, at tá eg fekk ein rættaðan stíl aftur frá læraranum, at eg ikki fekk tað talið, sum eg vildi hava. Eg rukkaði hetta tirrandi pappírið og blakaði tað í skrell, áðrenn eg hugdi eftir feilunum, tí nú var eg eitt fet longur vekk frá dreymaútbúgvingini. Og hvat ger mann, tá mann ikki kann lúka tey krøvini, sum UddannelsesGuiden (ug.dk) vísír á, at mann skal?

Tá húgvan kom á høvdið, og nøkur fóru á universitet, vóru tað fleiri, sum stóðu eftir heilt forvirrað. „Hvat gera vit nú?“ spurdu tey flestu. Beint aftan á prógvhandanina kom eg fram á eina gentu, sum ikki var nakað serliga glað.  „Sambært ug.dk, so kann eg ikki verða sálarfrøðingur“, greiddi hon frá. Hon var sannførd um, at hon hevði spilt trý ár av sínum lívi, tí einki danskt universitet vildi hava hana. „Jamen, tú kann bara fara niður til Danmarkar at supplera, so sleppur tú inn gjøgnum kvotu tvey,“ segði eg og endurtók lestrarvegleiðarar og lærarar. Tað vóru ikki nýggj orð fyri hana, og so fór hon eisini avstað. Eg hugsaði so ikki meira um hetta, tí eg fór sjálvur at byrja á Setrinum. Men so á jólum var hon aftur á klettunum. Troytt og uppgivin ætlaði hon sær bara at gera okkurt heilt annað, tí hon enn ikki hevði nóg høgt miðaltal at sleppa inn á nakað danskt universitet. Skúlin er kanska ikki fyri øll, hugsaði eg.

So hendi tað, at lestrarørindi leiddu meg til Íslands. Dugdi eg yvirhøvur teirra mál, áðrenn eg fór? Nei. Men eg tók tað bara sum eina avbjóðing, tí eg visti, at um tað var ov stríggið at koma ígjøgnum, kundi eg altíð koma aftur til Setrið. Eitt trygdarnet, sum skuldi til, áðrenn eg tordi.

Eg kendi ikki til, hvussu høgt miðaltal tú skuldi hava her fyri at sleppa inn, tí eg var skiftisnæmingur. So tað vóru nakrar aðrar treytir, ið skuldu lúkast. Av tilvild hitti eg ein íslendingi, sum var byrjaður at lesa sálarfrøði. Tað var nakað hann altíð hevði viljað. So fekk mítt fornvitni meg at spyrja, um tað ikki var strævið at skula stremba eftir einum so høgum miðaltali. Heilt undranarligt hugdi hann at mær, tí hann hevði ikki gjørt meira burtur úr enn tann gemeni næmingurin. Tá var tað mær eitt yvirraskilsi, at Háskóli Íslands (Universitetið) krevur sum so ikki nakað miðaltal av sínum næmingum. Summar útbúgvingar skal mann til samtalu fyri at sleppa inn, men tær flestu útbúgvingarnar krevja ikki tað stóra av tær. Ella tú skalt, í hvussu so er, ikki hava yvir 11 í miðal fyri at lesa til sálarfrøðing. So má støðið vera nakað væl lægri her, segði eg so. Men tá var hann sannførdur um, at tað ikki var støðan sum so, tí skúlin ger heldur tað, at tey lova nógvum inn frá byrjan, og so leggja tey hart út, og so verður tað heldur áhaldnið og ynskið hjá einum, sum avger, um mann fær útbúgvingina og ikki bara miðaltalið.

Eg hugsi aftur á prógvhandanina, og “hvat nú um” tankar gera nógv um seg. Hvat nú um onkur lærari, lestrarvegleiðari ella eg hevði greitt gentuni frá, at tað er ikki bara Uddanelses Guiden, sum avger, um mann kann vera sálarfrøðingur ella ikki. Tað burdi verið kunnað betur um slíkar møguleikar á miðnámi. Tað finnast aðrir møguleikar, so tað er ikki heimsins undirgangur, um mann ikki altíð fær tað rætta talið fyri allar stílarnar. Við rættari kunning og vilja so skal mann nokk blíva til tað, sum mann vil. Heimurin er størri enn ríkið.