Kommunurnar hava ábyrgdina

Bæði tá talan er um eldraøkið og barnagarðsøkið hava kommunurnar ábyrgdina av, at tey gomlu og børnini fáa ta neyðugu og uppibornu dagligu umsorganina úti á stovnunum. Hetta gerst einans, um kommunurnar geva starvsfólkunum á hesum týdningarmiklu økjum betri umstøður at arbeiða undir, eitt nú við førleikamenning og virðiligari setanarviðurskiftum.

Ein týðandi bólkur av starvsfólkum í kommunalum og almennum størvum fær ikki ta neyðugu førleikamenningina bjóðaða innan sítt fakøki. Talan er um bólkin av ófaklærdum starvsfólki, serliga tey, sum starvast innan eldraøkið og í barnagørðunum, men eisini onnur.

Sum arbeiðsgevarar ganga kommunur og tað almenna á odda, tá tað snýr seg um at førleikamenna síni starvsfólk. Men tey gloyma at starvs- og førleikamenna tey ófaklærdu starvsfólkini, sum í nógvum førum røkja seruppgávur og hava nógva vitan og førleikar á sínum øki. Tað tykist sum kommunurnar hava gloymt, at hetta eru fakligar uppgávur sum teljast millum tær mest grundleggjandi í allari vælferðarskipanini hjá okkum.

Í seinastuni er komið fram, at tað fer at vera trupult at fáa umsorganarstørvini á barnagarðsøkinum og eldraøkinum mannaði í framtíðini. Talið á eldri fólki, sum hava umsorgan fyri neyðini fer at vaksa, samstundis sum áhugin hjá yngra ættarliðnum at arbeiða innan hesi øki tykist at minka, tí bæði lønar- og setanarviðurskifti eru afturúrsigld, samstundis sum eingin førleikamenning innan hesi øki er at hóma.

Hóast vit hava ein frálíkan Heilsuskúla, sum bjóðar førleikamenning og útbúgving innan hesi starvsøki, so tykist tað ikki at vera áhugi hjá kommununum at gera tað, sum skal til, fyri at vekja og økja virðingina fyri fakinum. Kommunurnar mugu samráðast við Heilsuskúlan um praktiskar loysnir á førleikamenningartørvinum hjá teimum ófaklærdu, sum eru í starvi hjá kommununum.

Í dag er tað ikki eitt krav, at ØLL starvsfólk SKULU vera faklærd. Tó er støðan tann innan fleiri yrkisgreinar, at høg krøv verða sett til førleikar og fakligheit. Hesi krøv fara bert at økjast í framtíðini, og hetta er galdandi bæði innan eldraøkið og á barnagarðsøkinum.

Felags kann sigast, at nógv ófaklærd starvast innan hesi øki, sum hava vunnið sær drúgvar og virðismiklar førleikar í sínum starvi. Kortini sær arbeiðsgevarin ikki hesi sum ein bólk, ið skal førleikamennast í sínum yrki, á sama hátt sum teir faklærdu yrkisbólkarnir.

Sum tað fyrsta mugu kommunurnar geva øllum teimum ófaklærdu, men sera royndu starvsfólkum, møguleikan at førleikamennast. Soleiðis hevði borið til at lyft støðið á fakinum og gjørt tað meira áhugavert og viðkomandi hjá fleiri at velja sær onkur av hesum størvum sum sína lívsleið. Hetta hevði samstundis verið við til at ment alt økið og fingið týdningarmikla vitan til høldar, sum annars hevði farið fyri skeyti.