Konsert í Funningi í kvøld

Í kvøld spæla Stanley Samuelsen og Paolo Principi konsert í Funningi. Konsertin er partur av summartónum. 

Tá ið Stanley Samuelsen og Paolo Principi spæla konsert í Funningi í kvøld, verður tað triðja konsertin í Runavíkar kommunu á Summartónum í ár. Fyrireikarinir til Summartónar leggja seg altíð eftir, at konsertir skulu vera um alt landið, og longu í næstu viku verður konsert í Elduvík.

Vit kenna øll Stanley Samuelsen, ið seinastu mongu árini hevur sett síni fingramerki á føroyskan tónleik. Stanley eigur fleiri løg, ið eru kend ímillum føroyingar. Paolo Principi spælir Accordeon á konsertini í kvøld, men hann er eisini komponistur og tónleikasniðgevi. Á heimasíðu hansara ber til at hoyra ymiskt, sum hann hevur gjørt. 

Á youtube ber eisini til at hoyra Stanley Samuelsen og Paolo Principi spæla “Um eg kundi kvøðið,” sum Stanley hevur skrivað.

Konsertin í kvøld verður í kirkjuni í Funningi klokkan 17.00, og hon er ókeypis.