Listaframsýning í sambandi við laksatorgið

  • Í sambandi við laksa- og sølutorgið, ið verður í Runavík leygardagin, verður listaframsýning við Bessa Bjarnason og Sóley Wen í býráðssalinum í Runavík. Fernisering verður í morgin. 

Í morgin ímillum 16.00 og 19.00 verður fernisering í býráðssalinum Runavík. Tað eru Bessi Bjarnason og Sóley Wen, ið skulu hava listaframsýning í sambandi við  laksa- og sølutorgið, ið verður leygardagin.

Á Facebook skriva tey, ið halda tiltakið um listafólkini, at “Bessi Bjarnason og dóttirin Sóley Wen fara at hava framsýning saman í Býráðssalinum í Runavík frá 18. juli til og við 25. juli.
Bessi fer at sýna fram umleið 20 málningar, málaðir við akryl. Øll myndevnini eru úr Føroyum. Sóley Wen sýnir fram uml. 25 tekningar.”

Listaframsýningin endar 25. juli.