Man Anders hava lisið uppá hesa ferð?

Danski uttanríkisráðharrin var og vitjaði í føroyum fyrr í ár, men nýggj ferð varð avtalað, tá ið hann ikki helt seg vita nóg nógv um føroysk viðurskifti. Nú kemur hann so aftur. 

Anders Samuelsen, veruligi uttanríkisráðharri føroyinga, vitjar aftur í Føroyum í morgin. Tað verður ein sermerktur dagur, tí tað munnu vera nógv ár síðan, at ein danskur uttanríkisráðharri vitjar meira enn eina ferð um árið. Anders Samuelsen vitjaði eitt heilt samdøgur í januar. Tá viðgekk hann, at hann visti lítið um føroysk viðurskifti, og at hann ætlaði at koma aftur á vitjanarferð, tá ið hann var betur ílatin. Vónandi hevur hann lisið uppá hesaferð – vit á fjúrtanda taka í hvussu so er hattin av fyri, at hann hevur so mikið av áhuga fyri føroyskum uttanríkismálum, sum hann umsitur, at hann brúkar heili tvey samdøgur av sínum drúgva kalendara í Føroyum.

Men hóast vit eru so heppin, at Anders Samuelsen, sum hevur tíð at vitja okkum tvær ferðir um árið, so átti vitjanin kanska at sett spurning við, hvørt rættast ikki er at hava ein føroyskan uttanríkisráðharra í Føroyum. Vit hava Poul Michelsen, men er tíðin ikki komin til ein, ið hevur fullar heimildir at umsita føroysk viðurskifti? Er tað ikki undarligt, at Anders Samuelsen skal vitja í Føroyum fyri at gera av føroysk uttanríkismál, tá ið hann enntá sjálvur viðgongur, at hann ikki skilir føroysk viðurskifti?

Tú noyðist ikki so frægt sum í søgubøkurnar fyri at hyggja at málum, har tað hevði tænt føroyingum at havt fulla ábyrgd og rætt yvir føroyskum málsøkjum. Tá ið makrelstríðið leikaði á, var tað týðiligt fyri øll, hvussu stórur munurin á føroyskum og donskum áhugamálum er, tá ið danskar havnir vórðu stongdar fyri føroyskum skipum.

Anders Samuelsen skal sjálvandi eisini svara fyri, hvat hann heldur um føroysku áhugamálini viðvíkjandi Brexit, tá ið Danmark og Føroyar aftur standa hvør sínu megin borðið – Danmark sum partur av ES og Føroyar uttanfyri við fleiri áhugamálum í Bretlandi.

Tá ið fiskivinnuskipanin skjótt verður samtykt, er næsta samgongumálið stjórnarskipanin. Tað verður ein skipan, ið skal staðfesta fólkaræðisliga rættin hjá føroyingum at stýra í Føroyum. Vónandi venda flokkarnir snútan móti loysingini aftaná. Tá fer ein føroyskur uttanríkisráðharri ikki bara at vera pappírsministari, ímeðan politikkarar í Danmark taka endaligar avgerðir.

Tá ið støðan nú kortini er soleiðis, at Anders Samuelsen er veruligi uttanríkisráðharri føroyinga, er at vóna, at hann hesa ferð hevur lisið uppá áðrenn ferðina, soleiðis at hann ikki noyðist aftur til Føroya longu í ár.

 



Related Posts