Valskrá Tjóðveldis – Menningin loysir seg

Á góðari leið

  • Menningin loysir seg. Vit eru á veg móti einum sjálvstøðugum, sjálvberandi og samhaldsføstum Føroyum

Tjóðveldi hevur sum høvuðsmál, at vit, fólkið í Føroyum, skulu skipa okkum sum sjálvstøðuga og frælsa tjóð í heiminum. Har vit sjálv taka fulla ábyrgd av at byggja eitt sjálvberandi, samhaldsfast og skapandi samfelag við sama frælsi, somu rættindum og virkismøguleikum til allar føroyingar. Og har vit kunnu virka og samstarva á jøvnum føti við okkara grannatjóðir og við allan heim.

Tey stóru tøkini at menna Føroyar eru tikin, tá ið vit hava sett okkum málini og hava stríðst fyri at gerast sjálvstøðug og javnsett tjóð í heiminum við somu rættindum til øll í landinum. Tá ið vit hava virt okkara egna. Tá ið vit hava virðisøkt okkara egna tilfeingi – bæði í fólkinum, mentan, náttúru, vinnu og okkara samhaldsfesti, har øll hava somu rættindi. 

Menningin hevur loyst seg fyri okkum øll í Føroyum.

Tað hevur altíð loyst seg, hóast mótstøðan og politiska stríðið hevur verið øgiligt. 

Tá ið tøkini eru tikin at menna Føroyar á egnum beinum – ofta eftir knortlutum gøtum og við afturstigum og stillstøðu á leiðini –  standa vit at enda saman um tey. Og ásanna, at tað, ið hevur skilt okkum so nógv, nú savnar okkum og er okkara dýrasta ogn, sum ber alla framtíðina fyri okkara land og fólk.

Hugsa bert um flaggið, málið, mentanina, fiskimarkið, egnar vinnumøguleikar, egnar vegir og havnir, egnar skúlar, hægri útbúgving og gransking, egnar vælferðarskipanir og sosiala trygd, egið heilsuverk, egna list, miðlar og bókmentir, egnar sáttmálar og avtalur við onnur lond, føroyska flogferðslu, okkara ítróttarfólk og listafólk í altjóða luttøku, føroyska matmentan og so mangt, mangt annað. Og ikki minst, tá ið vit hava gjørt okkum leys av blokkstuðlinum og hava ment ein sjálvberandi búskap. 

Vit hava saman tikið stór og trupul tøk seinastu fýra árini við at fremja neyðugar nýskipanir og at menna okkum á øllum økjum í samfelagnum. Ongantíð hevur ein samgonga framt so nógv avrik og gjørt nakað við tað, ið ongin hevði gjørt nakað við frammanundan. Og alt er fíggjað við einum sterkum og haldførum fíggjarpolitikki.

Vit hava framt neyðugar broytingar og nýskipanir, so landið, vit lata okkara børnum, er politiskt sjálvstøðugari, búskaparliga sjálvbjargnari, sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari og útbúgvingarliga og mentanarliga sterkari enn á heysti í 2015. Vit hava ment møguleikar kring alt landið og framt stór átøk fyri vanliga fólkið og fyri samfelagsbólkar, ið hava serligar avbjóðingar. 

Vit hava ikki nátt øllum, ið vit settu okkum fyri. Men vit eru á góðari leið. Og nógv er eftir at gera.

Tvinnir eru kostirnir til løgtingsvalið 2019. Annaðhvørt halda vit fram við góðu gongdini, ella verða frambrotini rullað aftur.

Tjóðveldi biður um tykkara álit at halda fram at menna Føroyar og okkara samfelag við hesum ítøkiligu málum: (lesið meira um einstøkubrotini í valskránni á tjodveldi.fo)

1. FRAM MÓTI FØROYSKUM FULLVELDI OG SJÁLVBJARGNI (les meira)

2. SKIL Í BÚSKAPINUM – EIN TRYGGUR OG SJÁLVBERANDI BÚSKAPUR (les meira)

3. AT SKAPA SÍTT EGNA HEIM Í LANDINUM – AT FÁA EGNAN BÚSTAÐ (les meira)

4. EITT FØROYSKT TRYGT OG SUNT HEILSUVERK Í SAMSTARVI VIÐ OKKARA GRANNALOND (les meira)

5. FÓLKAHEILSA FYRI ØLL (les meira)

6. OKKARA RÍKA OYGGJALAND (les meira)

7. VINNUPOLITIKKUR: VIRÐISØKING, BURÐARDYGD OG ÓTROYTTIR MØGULLEIKAR (les meira)

8. FERÐAVINNA OG AT FERÐAST Í NÁTTÚRUNI (les meira)

9. EIN GRØNUR MIÐDEPIL – UMHVØRVI OG ORKA (les meira)

10. FRÆLSI Í GERANDISDEGNUM: FAMILJA OG ARBEIÐSLÍV (les meira)

11. EITT FRÆLST ELDRALÍV (les meira)

12. EIN FYRSTAFLOKS SKÚLASKIPAN Í ØLLUM LIÐUM (les meira)

13. FØROYSKA MÁLIÐ SKAL MENNAST Á ØLLUM ØKJUM (les meira)

14. INTEGRASJÓN (les meira)

15. MENTAN OG LIST (les meira)

16. ÍTRÓTTUR (les meira)

17. FØROYAR Í HEIMINUM – UTTANRÍKISPOLITIKKUR OG ALTJÓÐA SAMSTARV (les meira)