MFS í Keypmannahavn aðalfund

Danska deildin hjá MFS hevur aðalfund mikudagin. MFS arbeiðir fyri at betra um korini hjá føroyskum lesandi. 

MFS boðar frá á Facebook, at aðalfundur verður mikudagin klokkan 18.oo í Føroyingahúsunum á Vesturbrúgv.

Á tiltakinum á Facebook sigur MFS millum annað, at endamál felagsins er at “MFS er myndað av lesandi, ið arbeiða miðvíst fyri at troka á, prika til og gera vart við viðurskiftir, ið ein hvønn hátt ávirka tey lesandi.”

MFS heitir á øll, ið hava hugskot til veistlur og tiltøk, ið MFS kanska átti at skipað fyri, um at møta til aðalfundin og luttaka í kjakinum, sum verður. Annars sigur felagið, at øll eru hjartaliga vælkomin til aðalfundin.

Les meira um tiltakið her