Millum skarpskeringar og fólkaræði

Brandar Heðinsson skrivar fríggjadagsklummuna.

Fólkaræði ella pappírsbunkar? – tað er spurningurin!”

Meiri enn einaferð havi eg lýtt á summi av okkara fólkavaldu og undrast á, um tey veruliga taka seg sjálv og okkum veljarar í álvara. Tí hóast at nakað so grundleggjandi sum at við lóg staðfesta, at tað eru vit, ið búgva á hesum klettum, sum sjálv ráða yvir lagnu okkara; ikki bara tað at skipa egin viðurskifti ella at stýra út frá egnum fortreytum – men eisini sjálv at kunna taka við fullum ognarskapi á okkum sjálvum, so er hugsanin hjá summum politiskum aktørum, blítt orðað, óskiljandi, ódemokratisk og grundleggjandi óføroysk. Í grundini óhugsjónir, ið gera seg galdandi hjá tí hálvgum-progressiva Javnaðarflokkinum, og tí hálvgum mest sum ov regressiva Sambandsflokkinum. Sært tú, endamálið við fólkaatkvøðuni er, at fólkið sigur hugsan sína um stjórnarskipanina, og tey fólkavaldu skulu síðan akta fólksins vilja og seta í gildi úrslitið av fólkaatkvøðuni. Altso, fólkið boðgevur – tingið aktar.

Tað eitur á so góðum føroyskum “fólkaræði”. Skilt? Gott! Hatta er nemliga logikkur fyri gullfiskar. Men hinvegin eru hugtøkini “vit og skil” nærum altíð skúgvað til viks her í heimastýrinum, og tí nívur tað at skula sanna, at vit í hesum máli renna okkum inn í alt, alt, alt ov nógvar óneyðugar trupulleikar.  Tí ímeðan vit rópa okkum fólkaræði, so eru Føroya fólk og rættindi okkara tað síðsta, sum “politiska skipanin” viðgerð. Fólkaatkvøðan um fólksins rætt snýr seg sambært almenna kjakinum í nógv størri mun um, hvussu okkurt hissini skrivstovuveldi og statsministari tess, Lars hava tað við stjórnarskipanini. Hesi verða viðgjørd, sum um tey vóru eitt viðkomandi ella átrokandi atlit í hesum málinum. Sjálvandi, tað eru teir myndugleikar, sum umsita núverandi grundlóg, eftirsum at tað er teirra grundlóg, men at taka atlit til ta donsku grundlógina og umsiting hennara, so sum Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin kappast um at gera, er púra einfeilt skeivt. Her er trupulleikin.

“Skarpskeringar” – skarp skerja fólkaræðið!

Vit spæla líka, at veljarakanningarnar eru eftirfarandi, og at Føroya fólk komandi flaggdag á fyrsta sinni samtykkir sína egnu stjórnarskipan. Tá ivast mong í, um stjórnarskipanin man vera yvir, við síðurnar av ella undir teirri donsku grundlógini. Har Sambandið sigur, at í Føroyum skulu onnur ráða, og Tjóðveldi, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, hevur løgmaður funnið sær hin gilta millumvegin: “Føroyska stjórnarskipanin er javnsett við ta donsku grundlógina, inntil tað kemur til skarpskerjingar; tá er danska grundlógin evst”.

Altso, føroyska stjórnarskipanin er jøvn við ta donsku, inntil lógin skal fylgjast; tá má fólksins lóg víkja fyri útlendskum dómstólum. Og her loypur ketan av, og eg undrist á, um Aksel veruliga tekur okkum føroyingar í álvara. At Føroya løgmaður í eini hjálparsleysari roynd at blíðka sambandsfólk, sum siga nei óansæð, og teir donsku myndugleikarnar, ið helst vilja hava, at vit atkvøða nei kortini, við at seta til síðis allar føroyingar til frama fyri nakrar dulnevndar nevndarlimir í justitsministeriinum, er eyðmýkjandi.

Eg ivist í, um Javnaðarflokkurin veruliga stendur við tað, at ein 168 ára gomul útlendsk borgarastættslóg, ið var kroyst niður yvir høvdið á føroyingum, uttan at vit vóru spurd, í síðsta enda eigur størri heimarætt í Føroyum, enn tann lóg, ið vit sjálv hava skapað, evnað til og valt. Tað væntar man av Sambandinum; tað er alt grundarlag teirra; men av størsta flokkinum í Føroya mest framburðslyntu samgongu nakrantíð?


Fólkaræðið fram um kontórsveldið

Í hesi margháttligu og alt ov heimastýriskendu tilgongd stendur ein gapandi spurningur óviðgjørdur av almenna kjakinum: hevur fólkið nakað at siga í hesum málinum? Hetta er í roynd og veru kjarnin í øllum kjakinum; orsøkin til at okkum tørvar eina stjórnarskipan at byrja við. Vit kunnu kóka svarmøguleikarnar niður til tvinnar kostir, har bert tann eini er mjúkur.

Fyrsti møguleikin er eitt nei. Vit í Føroyum hava lítið at týða í viðurskiftum okkara; vit eru áskoðarar í egnum samfelagi. Hetta sæst millum annað í skarpskeringini, sum løgmaður roksar um. Hvørjar kunnu tær vera? Eitt nú stingur ósemja seg longu upp í §1 í stjórnarskipanaruppskotinum við máttmiklu orðingini: “Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.” Hetta er í beinleiðis andsøgn við tvær danskar lógir; ta donsku grundlógina & heimastýrislógina. Hvørgin av hesum skal setast úr gildi, og kemur tað tá til “skarpskeringar”, so eru tað dulnevndir einstaklingar niðri, ið ráða fyri borgum. Og tá havi eg eitt sindur ilt við at síggja endamálið við eini fólkaatkvøðu og føroyska fólkaræðinum yvirhøvur. Tí hvat nyttar fólkaræði, hevur fólkið ikki ræðið?

Men tvinnar eru gøturnar, og onnur víkur frá – seinra svarið til hendan alt avgerandi spurningin er eitt ja; fólkið hevur nakað at siga í hesum málinum. Hetta er tann leiðin, sum tey fullveldislyntu vilja ganga. Tí tað eru tey, sum skilja, at kjakið um hvørt stjórnarskipanin skal vera innanfyri, uttanfyri ella skrátt yvir av donsku grundlógini, ikki er ein spurningur um lógina yvirhøvur. Tað er ein spurningur um, hvussu Føroya fólk skal standa í mun til seg sjálvt. Rúmar danska grundlógin ikki einari føroyskari stjórnarskipan, so rúmar hon ikki føroyskum fólkaræði. Og taka vit ta íslendsku stjórnarskránna frá 1874 við, sum var ístaðin fyri ta donsku grundlógina, so gerst tað uppaftur klárari, at hetta ikki er ein løgfrøðiligur spurningur á tann hátt, sum málið annars verður miðlað; men ein spurningur um vald og villeiðing.

Fólkið kann hava nakað at siga í hesum málinum, og tað er við at seta stjórnarskipanina evst; sum í roynd og veru merkir at seta Føroya fólk evst í Føroyum. Men áðrenn tann dagin, 25. apríl 2018 mugu vit byrja at umhugsa okkara egna leiklut og gera tað, ið hvørki løgtingið, miðlarnir ella fleiri av politisku flokkunum megnaðu at gera. At taka fólkaræðið í álvara – at taka okkum sjálv í álvara.