Norðurlendsk barnastevna sett í Klaksvík í dag

Norðurlendsk barnadansistevna við 550 luttakarum verður sett á fótbóltsvøllinum í Klaksvík klokkan 16. 

Klaksvíkar Kommuna sigur í tíðindaskrivi, at barnadansistevnan, Barnlek, verður sett í Klaksvík í dag. Tað eru Sláið Ring saman við Klaksvíkar dansifelag, sum hava skipað fyri tiltakinum. 150 luttakarar eru føroyingar, ímeðan restin av teimum 550 luttakarunum eru úr hindum norðanlondunum. 

Á skránni eru útferðir, har børnini sleppa at vitja ymisk støð í landinum, fiskikappingar og annað undirhald. Um kvøldið er dansur, og dansurin heldur fram til um midnáttarleitið. Dansinum skipa tey ymisku londini fyri.

Stevnan verður sett klokkan 16.00 á fótbóltsvøllinum í Klaksvík, har røður verða hildnar, skrúðgonga verður og dansileikir verða framførdir. Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring halda røðurnar.

Skráin fyri Barnlek byrjar 6. juli og endar 9. juli, men nakrir luttakarar komu longu 2. juli og fara ikki heim fyrr enn 10. juli. Tað stendur eisini á síðuni, at útlendsku luttakararnir lata væl at fyriskipanini.

Les tíðindaskrivið her