Norðurlendskur høvuðstaðarfundur í Føroyum  

Norrønu feløgini í høvuðstøðunum í Norðurlongum møtast um vikuskiftið í Havn at halda fyrsta høvuðstaðarfund nakrantíð í Føroyum. Talan verður um eina fjølbroytta føroyska/íslenska skrá á fundinum, sum er óvanliga væl vitjaður í ár. 

Tíðindaskriv frá Norrønu Feløgunum í Reykjavík og Tórshavn

Høvuðsstaðarfeløgini hittast árliga í einum høvuðstaði í Norðurlondum, har samstarvið ímillum feløgini er í hásæti bæði til gamans og álvara, og luttakarinir fáa møguleikan at læra um landið, tey ferðast í. Nú fáa limirnir í feløgunum fyrstu ferð møguleika at møtast í Tórshavn fyrstu ferð. Tað eru gleðilig tíðindi og luttøkan er serliga góð í ár.

Føroyingar hava fyrr vilja verið vertir fyri fundinum, men tað hevur ikki eyðnast fyrr. Fundurin átti at vera í Reykjavík í 2017, men felagið í Reykjavík valdi at geva føroyingum møguleikan og í øllum førum at halda fundin saman við  føroyingum í Tórshavn.

Høvuðsgrundin til at føroyingar fáa møguleikan er, at tað júst nú er ynski frá føroysku stjórnini um at gerðast sjálvstøðugur limir í Norðurlandaráðnum. Tí helt Reykjavíkardeildin hjá Norrøna Felagnum at rætt var, at felagið gekk fremst í at stuðla føroyska kravinum við at halda samstarsfund ímillum Føroyar og Ísland í Tórshavn.

Norrøna felagið í Reykjavík heldur at Føroyar á nógvar háttir er miðjan í norðulendska samstarvinum. Føroysk tjóð og søga hevur sterkar røtur í norðurlendskari søgu og mentan. Tað eigur at vera nóg góð grund til sjálvstøðugan limaskap í norðurlendskum samstarvi. Umframt hetta er Føroyar miðpunktur landafrøðiliga, har vegir ganga til øll norðurlond. Tað er tí ein serligur heiður fyri Reykjavíkardeildina hjá Norrøna Felaginum at sleppa at luttaka í høvuðstaðarfundinum í Tórshavn, har ein fjølbroytt mentanarskrá, við føroyskari og íslendskari konsert, http://www.nlh.fo/#/2253/gudrid-og-snorri og umrøðu av umhvørvismálum og framtíðar samstarvi í Norðurlondum.

Vinaliga,
Norrøna Felagið í Reykjavík og Norrøna Felagið í Føroyum.

Til ber at lesa íslendska tíðindaskrivið her:
Norrænt höfuðborgarmót í Þórshöfn í Færeyjum