Nú byrjar ferðin hjá Team Rynkeby

Um stutta tíð byrjar ferðin hjá Team Rynkeby til Parísar. Ferðin byrjar í Kráarbrekku í Klaksvík. 

Í gjár skrivaði Klaksvik.fo, at ferðin hjá Team Rynkeby byrjar í dag. Súkklararnir verða sendir av stað við ábiti og tónleiki. Team Rynkeby møtist klokkan 11.15 í Kráarbrekku í Klaksvík og fer av stað klokkan 11.45.

Á heimsíðuni stendur, at “Umboð frá Klaksvíkar kommunu, Krabbameinsfelagið og Team Rynkeby flyta fram røðu og bjóðað verður til kaffi og lagkøku.
Harumframt fer vælumtókti tónleikarin Jón Mørkøre at framføra nakrar sangir, og somuleiðis er listasýningin hjá børnunum í Blákolluni opin at vitja.” 

Skráin til tiltakið kann lesast her