Nú kunnu samkynd skjótt giftast!

Fleiri yvirskriftir seinasta árið hava snúð seg um, at nú kunnu samkynd giftast. Men nú eru broytingar í lógini um borgarliga vígslu kunngjørdar. Frá fyrsta juli kunnu samkynd giftast.  

Á Facebook vanga sínum skrivar Katrin Kallsberg, at nú kunnu samkynd giftast í Føroyum. Orsøkin er, at nýggj rættarregla er kunngjørd seinasta samdøgrið.

Rættarreglan, talan er um, er hendan:

Anordning nr. 724 frá 12. juni 2017
Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning, lov om ægteskabets retsvirkninger og retsplejeloven og om ophævelse af lov om registreret partnerskab
Givið út 16. juni 2017
Ríkismyndugleikarnir.

Sostatt hava danskir myndugleikar góðtikið broytingarnar í hjúnarbandslógini. Sambært KVF hava myndugleikarnir boðað frá, at samkynd kunnu giftast frá 1. juli.