Ógudiligt tjóvarí ella sosialur framburður

Luther og Løgstrup um kapitalismu.

Hanus Pál Jógvansson hevur skrivað greinina. Hanus Pál lesur teologi.

Í ár er Lutherár og víða um í heiminum verður hátíðarhildið, at tað eru 500 ár síðan Luther negldi sínar 95 tesur á kirkjuhurðina í Wittenberg. Luther livdi í eini broytingartíð, og eisini innan búskap og handil fóru kollveltandi broytingar fram.

Í tveimum greinum fari eg at greiða frá handilsákoðanini hjá Martini Luther og kritisku tulkingini, sum danski heimsspekingurin og gudfrøðingurin K.E. Løgstrup hevur av henni. Í fyrru greinini greiði eg frá handilsáskoðanini hjá Luther, og í tí seinnu greiði eg frá kritisku útleggingini hjá Løgstrup.

 

  1. partur

Bakgrundin fyri handilsáskoðan Luthers

Handilsáskoðan Luthers skal síggjast í ljósinum av tí fíggjarligu menningini, sum verður kallað prískollveltingin í 16. øld. Henda kollvelting, sum byrjaði í síðmiðøldini, fekk eitt brádligt og ógvusligt gjøgnumbrot í byrjanini av 16. øld. Grundleggjandi snúði tað seg um, at samfelagið fór frá vørubúskapi til pengabúskap. Tað var nú ikki longur jørðin, men pengar, sum skaptu virði í samfelagnum. Pengabúskapurin var lopfjølin til eina stóra øking innan handilsvirksemi og ídnað. Henda búskaparmenning tók Luther og hansara samtíð av bóli, og tey skiltu ikki, hvat treytaði hesa menning og teir møguleikar, ið hon hevði við sær. Vøruprísirnir hækkaðu, men lønirnar stóðu í stað, og inflatión elvdi til, at samfelagið misti ta búskaparligu javnvágina. Hetta hevði við sær, at stór virði eftir stuttari tíð samlaðust á fáum hondum, meðan ein stórur partur av fólkinum leið hungur og hall. Stórar handilsfyritøkur vóru settar á stovn. Hesar førdu ein umfatandi einahandilspolitikk, og hetta hevði við sær, at altjóða stórhandilin menti nýggjar fíggingarhættir. Luther var sera kritiskur mótvegis hesi menning. Hann metti, at hon var úrslitið av sjálvsókni og girnd, og at hon var líkasæl við næstan og felagsskapin sum heild.

Handilsáskoðan Luthers

Eftir ríkisdagin í Nürnberg í 1524 fekk Luther fleiri áheitanir um at skriva ímóti tí nýggju kapitalismuni og hennara handilshættum. Hetta ger Luther í smáritinum”Von Kaufshandlung und Wucher” (1524). Í smáritinum hugleiðir Luther um handilsskap, um borgan og um handilsvirksemi sum heild. Somuleiðis kemur hann við ítøkiligum dømum upp á skeivar fíggjarligar framferðarhættir.

Luther ger greitt, at hansara fatan av kristindóminum hevur fingið nakrar handilsmenn at rakna við og síggja tær syndigu snildirnar og skaðiligu transaktiónirnar, sum vera brúktar í handli. Teir flestu handilsmennirnir vilja tó ikki at gera tað rætta. Orsøkin til hetta er girnd, sum so er orsøkin til alt tað skeiva, sum fer fram í handilslívinum.

Í smáritinum skrivar Luther sum kristin til onnur kristin. Spurningurin hjá honum er, hvussu ein kristin skal fara fram í handilslívinum. Luther metir ikki, at handil í sjálvum sær er syndigur. Keyp og søla er neyðug og kann fara fram á ein kristnan hátt. Ja, sjálvt patriarkarnir í Gamla Testamenti handlaðu.

Handil

Luther vísir á, at handilsmenn selja sínar vørur fyri tann prís, sum teimum lystir uttan at taka atlit at keyparanum. Hesin hugburður er stýrdur av girnd. Luther spyr, um hetta ikki er tað sama sum at vera líkasælur við næstan. Víðari vil Luther vera við, at um ein pengagrammur handilsmaður varnast, at ein keypari er fátækur ella hevur brúk fyri eini vøru, ger hann sær dælt av tí. Tað, sum handilsmaðurin her ger, er at selja vørutørvin hjá tí fátæka til tann fátæka. Slíkur handil er í stríð við kristnan kærleika og natúrligu lógina (Evangeliið eftir Matteus 7,12). Hetta er gylta reglan í Nýggja Testamenti og umboðar vísdómin, at ein skal vera móti øðrum, sum ein vil at onnur skulu vera móti sær. Við hesi eygleiðing vísir Luther á alt tað ringa, sum fyriferst í handli. Luther vísir eisini á, hvussu handil eigur at fara fram. Heldur enn at selja eina vøru so dýrt sum gjørligt eigur handilsmaðurin at selja vøruna fyri ein prís, sum er rættur og rímiligur. Tað at selja er ein gerningur, sum man ger ímóti næstanum, tí skal søla vera stýrd av rætti og samvitsku, soleiðis at hon ikki skaðar næstan. Luther staðfestir, at tað ikki er gjørligt at áseta prísin á eini vøru, tí eingin vøra er eins. Tað er tó rímiligt, at ein handilsmaður forvinnur somikið fyri sína vøru, at hann fær sínar útreiðslur goldnar og løn fyri sítt arbeiði. Luther hevur trý ráð fyri, hvussu tann rætti prísurin kann setast á eina vøru. Tað besta ráðið er, at verðsliga yvirvaldið setur skilagóð og álítandi fólk at meta um allar vørur og kostnaðin á teimum. Tað næstbesta ráðið er, at prísurin á vøruni verður settur eftir marknaðarprísinum. Tað triðja ráðið er ætlað til ta støðu, tá ið ein handilsmaður skal áseta prísin á eini nýggjari vøru. Í eini slíkari støðu skal handilsmaðurin sjálvur royna at áseta ein rímiligan prís. Luther meinar tó, at tað ikki er gjørligt at sleppa undan villum og skeivum gerðum í handli, tá ið teir flestu handilsmennirnir hava girnd sum drívmegi.

Borgan

Fyri Luther er borgan eitt útbreitt mistak bæði hjá handilsmonnum og øðrum við. Hóast borgan kann tykjast at vera kærleikans gerningur og tí ikki syndug, so oyðileggur tað lívið hjá nógvum menniskjum. Tá ið man borgar, lítur man á seg sjálvan og menniskju heldur enn á Gud. Men man kann ongantíð veita vissu fyri lívi og ogn hjá tí persóni, ið man borgar fyri. Alt er í Guds hondum, og Gud vil ikki, at menniskja skal fáa ræði á framtíðini, og tí er tað ókristiligt at borga. Guð fordømir sambært Luther tann framtíðar tryggleika, sum borgan gevur. Hetta sæst t.d. í líknilsinum um tann ríka bóndan (Evangeliið eftir Lukas 12, 13-21). Í hesum líknilsinum tryggjar ríki bóndin sær góðs og fæ niðurfyri til mong ár, men doyr áðrenn hann kann njóta hetta. Eitt annað dømi er bønin Faðir vár. Í Faðir vár sæst, at man skal biðja Guð um dagligt breyð og ikki hugsa um í morgin ella um fjaru framtíð. Í hesum liggur, at man altíð skal liva í gudsótta og í tí vissu, at man ongantíð kann veita vissu fyri lívi ella ognum. Man skal harafturímóti vænta alt av Guði og taka alt úr hansara hond eins og tann sanna trúgvin ger.

Luther spyr seg, hvussu fólk so kunnu handla sínamillum, um tey ikki kunnu borga. Her vísir hann á fýra hættir. Tann fyrsti hátturin er, at man loyvir, at ognirnar verða tiknar og rændar frá einum. Ektað kristin menniskju loyva hesum, tí tey vita, at Guð hevur lovað teimum dagligt breyð. Næsti hátturin er at geva teimum, sum tørva, uttan at krevja samsýning. Hetta er sambært Luther eisini ein góður háttur, men fólk virðismeta hann ikki. Tann, sum fylgir hesum hátti má líta á, at Guð vil forsyrgja sær. Triði hátturin er at veita lán. Um man fær tað aftur, ið man hevur lánt út, kann man taka ímóti tí. Um man harafturímóti ikki fær tað aftur, má man lata tað fara. Man hevur tó bara skyldu til at lána út av tí, ein hevur til avlops. Fyrst og fremst hevur man skyldu at forsyrgja síni egnu familju og tænarum. Fjórði hátturin er at keypa og selja kontant ella at býta um vørur. Brúkar man henda hátt, má man seta sítt álit á Guð og vera sinnaður at fáast við menniskju, sum handla skeivt og lúgva.

Luther kemur til ta niðurstøðu, at um borgan ikki fanst og hansara fýra ráð vóru fylgd, slapst undan teimum stórstu vandunum í handilslívinum. Luther ásannar tó, at snildirnar, sum handilsmennirnir brúka, tíanverri av nógvum verða mettar at vera meinaleysar, og at hann hevur uppgivið vónina um, at handilslívið kann fáast upp á rættkjøl. Luther metir, at handilslívið er so tyngt av synd, at tað fer at detta sundur.

Ítøkilig dømi upp á skeivan fíggjarligan framferðarhátt

Eftir at hava viðgjørt handil og borgan lýsir Luther eina røð av framferðarhættum, sum hann metir vera skeivar á tí fíggjarliga økinum. Luther lýsir m.a. einahandil. Einahandilin tekur seg upp, tá ið handilsmenn við sjálvsøkni uppkeypa eina vøru. Hesir handilsmenn áseta prísin á vørum, júst sum teimum lystir. Fyri at halda einahandlinum gangandi selja handilsmenn sínar vørur so bíliga, at aðrir handilsmenn eisini verða noyddir at selja bíliga og missa sín vinning ella fara av knóranum. Soleiðis tekur einahandilin ikki atlit til næstan. Handilskompaníini eru eitt dømi upp á einahandilin. Luther nágreinar eisini, hvat uppgávan hjá tí verðsliga yvirvaldinum er. Á sama hátt sum Jósef í 1. Mósebók 41 skal yvirvaldið veita øllum íbúgvum mat. Tað verðsliga valdið skal eisini stýra heiminum við strongum lógum, av tí at heimurin hvørki tekur ímóti evangelii ella kærleika, men livir sum honum lystir, um ikki hann verður noyddur við makt.

Ógudiligt tjóvarí

Samanumtikið metir Luther ikki, at handilsskapur í sjálvum sær er syndugur, men hann vísir á, at tað eru nógvir handilsmenn, sum í handli og borgan útnytta neyðina hjá næstanum til at økja sín egna vinning. Luther metir, at henda útnyttanin er ógudiligt tjóvarí, og tí er neyðugt, at verðsliga yvirvaldið stýrir handilsvirksemi við strongum lógum.