Óluva Klettskarð lovar økt virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi

Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi úr Norðuroyggjum heldur, at nýggju tilmælini um sjúkrahúsverki tryggja økt virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon ætlar sær at berjast alt hon megnar, at arbeiða fyri sjúkrahúsinum í Klaksvík. 

– Tað hevur havt alstóran týdning fyri meg at framtíðartryggja sama – og meira – virksemi á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Um tey 24 tilmælini, sum eru samtykt í løgtinginum verða sett í verk, fer tað heilt víst at gera tað, sigur Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi í Norðuroyggjum.

Fyrr í ár komu 25 tilmæli um sjúkrahúsverkið í løgtingið frá landstýriskvinnuni í heilsumálum, Sirið Stenberg. Av teimum 25 tilmælunum vórðu 24 samtykt, og Óluva Klettskarð er glað um tilmælini, og hon leggur dent á, at tey eru góð fyri Norðuroyggjar.

– Tað komu 25 tilmæli fyri løgtingið, og vit hava samtykt 24 av teimum tilmælinum. Vit vildu til dømis ikki samtykkja, at leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, greiðir Óluva Klettskarð frá.

Hon greiðir frá, at eitt nú tilmæli um felags visitatiónlista fyri sjúkrahúsverkið í Føroyum, fer at tryggja at virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi verður meira støðugt og at leiðslan í Klaksvík sjálv hevur ynskt at gingið inn í eitt størri samstarv, fyri at vaksa um virksemið. Júst tí at leiðslan sjálv ynskir at ganga saman í størri samstarv, heldur Óluva ikki, at atfinningarnar frá ávísum politikkarum um, at leiðslan í Klaksvík við tíðini dettur burtur, kunnu takast í álvara. Hon ætlar sær sjálv at fylgja væl við í, um tilmælini verða fylgd.

– Eg ætli mær at fylgja við í játtanini til sjúkrahúsini, og eg ætli mær áhaldandi at fylgja við í, at virksemi ikki minkar, sigur Óluva Klettskarð, sum vísir á at nýtt virksemi eisini verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, tí at ætlanin millum annað er at byggja endurvenjing til fólk við heilaskaða upp í Klaksvík.

At enda lovar Óluva, at tað verður ikki við henni sum 17 tinglimi í samgonguni, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður niðurlaga.

– Tvørturímóti er tað onki í nýggja bygnaðinum, sum gevur ábendingar um niðurlaðing. Eg ætli mær at arbeiða fyri, at virksemið hinvegin økist, eins og tilmælini leggja upp til, slær Óluva Klettskarð fast.



Related Posts