Prógvhandan á landbúnaðarskeiði

Mánadagin  fingu luttakararnir á “Yrkisskeiði innan landbúnað” hettar skúlaárið síni prógv handað. 

Jenus í Trøðini hevur skrivað,

Búnaðarstovan skipaði fyri eini hugnaløtu fyri næmingunum og teirra nærmastu í samband við prógvhandanina. 

Fyrst bjóðaði Rólvur Djurhuus vælkomin, og síðani fekk stjórin á Búnaðarstovuni, Tróndur Leivsson orðið.

Leivur røddi eitt sindur um týdningin av, at landbrúksfólk líka sum í øðrum fakbólkum hava eina viðkomandi útbúgving, ið gevur bóndanum røttu vitanina til landbrúkið. Landbrúk er sera fjølbroytt, og bóndin skal kunna útføra sera ymiskar uppgávur, ið kunnu vera alt frá lívfrøði, tøkni, plantufrøði, húsdjórahald, virkisbúskapi og lóg. Utbúgvingin er ein týdningarmikil liður í at fáa økt um úrtøkuna úr landbrúkinum í Føroyum og ikki minst, hvussu man ger hetta skynsamt viðvíkjandi umhvørvinum.

Síðani fekk Rólvur orðið aftur. Rólvur hugleiddi eitt sindur um útbúgvingina, ið luttakararnir hesuferð, hava tikið. Útbúgvingin hevur hesuferð verið útbygd oman á tey landbúnaðarskeiðini, ið áður hava verið. Skeiðið verður ætlandi útbygt nakað meir, um fíggjarlig orka verður til tað. Meiningin er, at yrkisútbúgvingin á Búnaðarstovuni í mestan mun skal viðgera tað serføroyska, uttan at síggja heilt burtur frá tí útlendska. Ætlanin er eisini, at prógvið skal kunna brúkast í útlondum.

48 fólk søktu av fyrstan tíð inn á skeiðið, ímeðan 41 hava lokið skeiðið. 35 fingu prógv hetta kvøldið. Onkur sjófólk og útisetar vóru ímillum skeiðsluttakararnar, ið ikki fingu møtt til allar royndirnar, men tey sleppa at royna seg seinni í summar. 

Eftir prógvhandanina varð felagsmynd tikin, og síðani bjóðaði Búnaðarstovan til kaffi og køku. 

Myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her