Samstarva um sálarheilsu

Kommunufelagið og Fólkaheilsuráðið høvdu herfyri kunnandi fund fyri kommununum um sálarheilsu. Ætlanin er at kommunur, landið og stovnar skulu samstarva um sálarheilsu. 

12. juni høvdu Kommunufelagið og fólkaheilsuráðið kunnandi fund fyri áhugaðum kommunum um sálarheilsu. Fundurin var liður í eini ætlan at byrja samtarv ímillum kommunur og fólkaheilsuráðið um sálarheilsu.

Verkætlanin eitur ABC fyri Sálarheilsu, og á fundinum høvdu Magni Mohr og Monika Mohr framløgu.

Á heimsíðuni hjá heilsumálaráðnum stendur, at umframt kommunur, er ætlanin eisini at felagsskapir innan ítrótt, samkomulív og onnur sosial ítriv, eftir ætlan eisini skulu dragast inn í ætlanina, tí sum kommunufelagið sigur í skrivi:

Eisini verður hugsað um felagsskapir innan ítrótt og annað frítíðarvirksemi, kirkju- og samkomulív, eins og annað, sum fólk savnast saman um. Sum komið varð inn á á kunnandi fundinum, er felagslívið jú longu virkið – tað snýr seg í stóran mun um at samhugsa hesi tiltøk við hugsjónina aftanfyri verkætlanina: at gera fleiri fólk virkin í sínum gerandisdegi, at tey koma uppí part í felagslívinum og at gerandisdagurin hjá teimum fær eitt innihald, sum skapar nøgdsemi.” 

Fólkaheilsuráðið boðar annars frá, at tey fegnast um verkætlanina og at í næstum verður meira at hoyra um verkætlanina.

 

Les meira um verkætlanina her