Selja ikki búregg í FK

Í dag steðgar Føroya Keypsamtøka at selja búregg. Á heimasíðu síni boðar Føroya Keypsamtøka frá, at einans vistfrøðilig egg og skaviegg verða seld eftir hetta.

Í gjár boðaði Føroya Keypsamtøka frá, at samtakið fór frá at selja búregg og eftir hetta einans fór at selja vistfrøðilig egg og skaviegg. Í dag er síðsti dagur, at búregg verða seld í handlunum kring landið.

Søluátakið er ein liður í norðurlendskari menning av djóravælferð, sum samtakið tekur lut í.

Føroya Keypsamtøka boðar tó frá, at um tað stundum verður soleiðis, at veitarar hjá samtakinum ikki kunnu lata vistfrøðilig egg ella skaviegg, verða egg, sum heilsølurnar kring Føroyar hava, seld. Hetta verður tó einans í einstøkum førum, sigur FK á heimsasíðuni.

Les greinina í heimasíðuni hjá Føroya Keypsamtøku her