Semja er í samgonguni

Samgongulimir siga, at semja er í samgonguni um fiskivinnunýskipanina, og at arbeiðið heldur fram á ólavsøku. 

Tingfólk úr samgonguni siga, at semja var um fiskivinnunýskipanina í samgonguni. Onkrir løgfrøðiligir spurningar vóru, men samgongan var klár at samtykkja fiskivinnunýskipanina.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður valdi at senda løgtingið í summarfrí, tí hann helt ikki, at uppskotið var búgvið at samtykkja hvørki politiskt ella løgfrøðiliga.

Samgongulimir, sum Fjúrtandi hevur tosað við, siga, at samgongan uttan iva stendur saman, og at nýskipanin verður samtykt í verandi líki eftir ólavsøku. Teir siga eisini, at onki er galið í, at lítil steðgur verður í arbeiðinum í eina tíð, soleiðis at samgongan kann hyggja uppskotið ígjøgnum einaferð enn, áðrenn uppskotið skal samtykkjast eftir ólavsøku.