Skulu minka rúsdrekka- og rúsevnismisnýtlu

Í dag er løgtingsfundur. Á skránni er m.a. ófráboðaðir fyrispurningar, har løgtingsfólk kunnu spyrja landsstýrisfólk um eitthvørt. Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin spurdi Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um hvørja yvirskipaða og hvørjar ítøkiligar ætlanir samgongan hevur um at minka um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtlu millum ung.

Sirið Stenberg boðaði frá, at løgtingið fer at hava eitt aðalorðaskifti um rúsdrekka- og rúsevnismisnýtlu í næstum. Uppskotið er skrivað, og tað tekur støðið í ætlanini hjá fyrrverandi landsstýrismanninum á økinum, Karsteni Hansen.

Eisini er peningur settur av á fíggjarlógini til tvey tilboð. Eitt er nýggja tilboðið Frælsið á Eiði, sum hjálpir ungum fólkum. Har verða fleiri yrkislærd fólk, so sum sjúkrasystur og sálarfrøðingur, sum verða knýtt at stovninum. Hitt er ambulant viðgerðartilboð hjá Bláakrossið, sum er til ungar misnýtarar millum 15 og 18 ár. Stovnurin fekk 800.000 kr. aftrat á fíggjarlógini til endamálið.

Sirið Stenberg vísti á, at tað verður ikki hildið at vera ein vaksandi trupulleiki millum ung, men tey, sum hava rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikar, eru fevnd av einum størri kompleksiteti enn áður. Hesum kompleksiteturin er m.a. blandingsmisnýtsla og aðrir sosialir trupulleikar so sum familjutrupulleikar og væntandi møguleikar at sleppa á arbeiðsmarknaðin. Víst var eisini á, at tøl vanta á økinum. Hesum verður eisini arbeitt við.

Semja var bæði millum spyrjara, landsstýriskvinnu og onnur tingfólk, sum tóku orðið, at hetta er eitt serstakliga týdningarmikið mál, sum alt løgtingið eigur at standa saman um at gera nakað við.