Spanska stjórnin ger seg inn á fólkaræðið

Magni Arge, sum hevur skrivað undir skriv til sponsku stjórnina saman við øðrum fólkatingslimum, heldur at spanska stjórnin ger seg inn á grundarsteinar í fólkaræðinum. 

Í sjónvarpstíðindunum í gjár var sagt frá, at Magni Arge og Sjúrður Skaale hava skrivað undir eitt skjal, ið heitir á sponsku stjórnina um at virða rættin hjá Katalonia at siga sína hugsan á fólkaatkvøðu. Seytjan fólkatingslimir hava skrivað undir skjalið, har heitt verður á sponsku stjórnina um at steðga við tiltøkunum, sum spanska stjórnin hevur sett í verk ímóti atkvøðuni. Spanska stjórnin hevur boðað frá, at fólkaatkvøðan er ímóti stjórnarskipanini, og at øll amboð verða tikin í brúk ímóti fólkaatkvøðuni.

Les eisini: Evropakortið í broyting – fólkaatkvøða í Katalonia 

Gera seg inn á grundarstein í fólkaræðinum
Á Facebook síðu síni greiðir Magni Arge frá, hví hann hevur skrivað undir skjalið. Hann sigur, at spanska stjórnin ger seg inn á ein grundarstein í fólkaræðinum, tá ið hon noktar katalanum at halda fólkaatkvøðu.

– Tað minnir um totalitera framferð, tá ið staturin hóttir við at rættarsøkja og fongsla politikarar, journalistar og onnur, sum siga sína hugsan og vilja lata fólkið tala, sigur hann millum annað.

-Eg haldi tað vera skeivt av sponsku stjórnini at forða katalanska fólkinum at siga sína hugsan um teirra statsrættarligu støðu. Tað er at gera seg inn á ein grundarstein í fólkarættinum, sigur Magni Arge eisini á Facebook síðu síni.

Annars boðar fólkatingslimurin frá, at hann roknar við at verða í Katalonia, tá ið fólkaatkvøðan verður. Unga Tjóðveldið er eisini boðið at vera har á fólkaatkvøðuni, og Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum fer til Katalania at umboða felagið.

Fólkaatkvøðan verður fyrsta oktobur
Fólkaatkvøðan er sett at verða 1. oktobur, og veljarakanningar vísa nú, at umleið helvtin av íbúgvunum í Katalania eru fyri loysing. Men tveir triðingar av katalinska fólkinum eru fyri at halda fólkaatkvøðuna.
Tað er ilt at siga, hvat spanska stjórnin ger, um meiriluti vísir seg at vera fyri loysing. Stjórnin fer allarhelst ikki at góðtaka úrslitið, men hevur higartil bara boðað frá, at stjórnin ikki ætlar sær at lata katalanar sleppa at hava fólkaatkvøðuna.