Stevnumiðini síggjast í samgonguskjalinum

Tjóðveldi gjørdi eitt gott val í Tórshavnar Kommunu á kommunuvalinum. Flokkurin vann eitt mandat afturat, so flokkurin nú telur fýra býráðslimir og er størsti flokkur í nýggju býráðssamgonguni. Fólkflokkurin við sínum tveimum mandatum telvaði seg til borgarstjórasessin, og Framsókn er við sínum einsamalla mandati eisini við í samgonguni.

Gunvør Balle fekk flestar atkvøður á Tjóðveldis-listanum og er nú varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Hon ásannar, at tað tjóðskaparliga og við tí tjóðveldishugsjónin lættliga glíður aftur um í valstríðnum, tá tað snýr seg um kommunuval.

– Tá er tað oft meira ein dystur millum vinstra- og høgravirði, ið dominera, fyri okkara viðkomandi kanska serliga sosialmál og mentan. Soleiðis er tað í valstríðnum, men hinvegin hava vit verið sera tilvitað um tað tjóðskaparliga – um tjóðarbygging, mentan og mentanararv – tá vit skrivaðu samgonguskjalið.
– Okkara fingramerki eru sera týðulig í samgonguskjalinum, og har tað hevur borið til, hava vit brúkt stevnumiðini hjá flokkinum sum grundstøði, tá vit hava orðað politikkin. Til dømis á dagstovnaøkinum hava vit verið ógvuliga trúgv ímóti tí, vit sum flokkur hava orðað í stevnumiðunum – altso hvørji virði vit vilja leggja í okkara børn. Tað sama við skúlunum og undirvísingartilfarinum har. Og vit leggja dent á at bjóða tilflytarum føroysktundirvísing, sigur Gunvør Balle.

Hon heldur, at flokkurin kundi lagt størri dent á kommunalpolitikkin fyri at fáa tjóðveldishugsjónina at standa sterkari har, men veit ikki rættiliga, hvussu tað skal gerast.

– Flokkurin kundi helst verið sjónligari við sínum stuðli. Men í gerandisdegnum skal flokkurin virða tað kommunala sjálvræðið, og tað er heldur ikki lso ætt at samskipa nakran kommunalan tjóðveldispolitikk, tá tað eru so fáar kommunur, sum hava partapolitiska uppstilling, staðfestir Gunvør Balle.

Tjóðveldi í kommunupolitikki