Suðuroyggin í miðdepilin

Heilt skjótt verður neyðugt at útvega eitt skip afturat Smyrli at røkja suðuroyarsiglingina. Við tveimum ferðafólkaferjum knýttum at suðuroyarleiðini er møguligt at fara undir sigling til Skotlands.

Um fimm á verður neyðugt at taka Smyril úr sigling á hvørjum ári, tá hann skal í dokk. Neyðugt er tí við einum skipi afturat at røkja Suðuroyarleiðina.

Hesum greiddi Hilmar Eliasen stjóri á Strandferðsluni frá, tá hann var gestarøðari á flokstingi Tjóðveldis í Hovi seinasta vikuskifti.

Við at seta eitt skip afturat í siglingina at røkja Suðuroyarleiðina letur ein annar møguleiki seg upp, nevniliga at sigla til Scrabster í Skotlandi. Túrurin tekur 15 tímar, og grundarlag er fyri at gera tríggjar túrar um vikuna.

Eitt skip sum Galaxy, ið Strandferðslan áður hevur leigað at røkja suðuroyarsiglingina fyri Smyril, kundi verið keypt til endamálið. Skipið fæst fyri umleið 40 mió. kr., upplýsti Hilmar Eliasen.

Treytað av politiskari undirtøku, hevur Strandferðslan tryggjað sær møguleika at keypa Galaxy, tá skipið í heyst kemur til Føroya at avloysa Smyril, sum fer í dokk.

Við at taka upp aftur sigling millum Suðuroynna og Skotlands lata nýggir møguleikar seg upp fyri vinnulívinum í oynni, umframt at fyritøkur bæði í Suðuroy og aðrastaðni í Føroyum fáa fleiri møguleikar fyri samvinnu úteftir.

Hilmar Eliasen stjóri á Strandferðsluni var gestarøðari á flokstingi Tjóðveldis í Hovi 6. apríl 2019

Suðuroyggin fær tá beinleiðis ferðasamband út í heim, og tað kann geva oynni ein munandi størri part í samlaðu ferðafólkavinnuni.

Vinnulívið fær stóran fyrimun av einum sjóvegis sambandi til Skotlands. Teinurin at koyra úr Scrabster til París er á leið tann sami sum frá Hirtshals til París, meðan siglingin millum Føroyar og Scrabster er helvtina av teininum millum Føroyar og Hirtshals.

Tað er ikki ætlanin, at Strandferðslan skal skipa fyri farmaflutningi. Heldur skal skipið vera til taks hjá teimum, ið skipa fyri flutningi, bæði av farmi og fólki. Flutningsfyritøkur og ferðafólkaskrivstovur skulu kunna bíleggja sær pláss.