Tey valdmiklu skapa sín egna veruleika

Formansrøðan hjá Høgni Hoydal á flokstinginum í Hósvík snúði seg nógv um fólkaræði, og stórur partur varð nýttur á at vísa á gongdina í heiminum og samanbera við støðuna í Føroyum.

– Heimurin er í eini støðu, har fólkaræði og javnbjóðis møguleikar hjá fólki at liva og virka í einum fjølbroyttum og margfaldum felagsskapi á hesi klótu, gongur aftur á hond. Heimsins ríkidømi og vald verður framvegis savnað á alt færri hondum.

– Tær felags avbjóðingarnar við ovurnýtslu, fátækradømi, umhvørvisdálking, virðing fyri ymsum mentanum, at steðga kríggi og yvirgangi og orsøkirnar til tess, tykjast ganga beint móti enn størri spjaðing, fíggindamyndum av ávísum samfelagsbólkum og heilum fólkabólkum.

– Gongdin tykist greið: Tey, ið hava mest vald og rópa harðast, skapa sín egna veruleika og sína egnu útgávu av veruleikanum til tess at fremja síni mál og styrkja sítt vald. Henda gongdin spjaðir eisini tjóðir og samfeløg innanhýsis – og ilt er at síggja nakra felags fatan og tilvísing. Hvør leitar sær sín veruleika og samskiftir bert við tey, ið eru lík sær og sínum sjónarmiðum – gjøgnum ymsar miðlar. Við “fake-news” ella “alternativum fakta” og hvat tað annars verður rópt.

– Hetta er ein gongd, ið eftir mínum tykki er ómetaliga vandamikil. Fyri heimin og einstøk samfeløg.

– Tað sama er avbjóðingin her heima hjá okkum. Vit skulu ikki góðtaka, at vit bert leita tann veruleika fram, ið vit ynskja at síggja og spegla okkum í til tess at vátta okkara egnu undandómar.

– Vit skulu í einum samfelag hava felags torg og tilvísingar, vitan og samskifti. Annars liva vit í hvør sínum lummum í einum samfelag og kunnu ikki taka fólkaræðisligar avgerðir, ið koma øllum til góðar.

Høgni Hoydal staðfesti í formansfrágreiðingini, at savningin av valdi og virðum er framvegis størsta hóttan heimsins – og Føroya lands framtíð við. Spjaðingin av felags tilvísingum, møguleikum og felagsskapi, er lutur í somu gongd og tekur grundarlagið undir fólkaræði og møguleikunum at loysa viðurskifti saman.