Tingbólkurin hjá Tjóðveldi telur fýra kvinnur og tríggjar menn, og av teimum trimum landsstýrisfólkunum hjá flokkinum eru tvær kvinnur. So í so máta stendur væl til við javnstøðuni hjá flokkinum.
Men soleiðis er generella myndin als ikki í dagsins samfelag, staðfesta tær fýra tingkvinnurnar hjá Tjóðveldi, sum her á altjóða kvinnudegnum gera status um javnstøðu og kvinnurættindi.