Tjóðdagur í Svøríki í dag

6. juni er tjóðdagur í Svøríki. Dagurin er til minnis um, at Svøríki fór úr Kalmarsamveldinum, og at nýggj svensk stjórnarskipan varð undirskrivað í 1809. 

Í dag er almennur frídagur í Svøríki, tí at 6. juni er tjóðdagur Svøríkis. Serstakt fyri svenska tjóðdagin er, at tað er lutfaltsliga stutt síðan, at dagurin alment gjørdist tjóðdagur. Tað var ikki fyrr enn í 1983, at dagurin varð alment viðurkendur sum tjóðdagur og tað er ikki fyrr enn í 2005, at dagurin gjørdist almennur frídagur. Dagurin varð tó longu í 1916 óformligur flaggdagur í Svøríki.

Tað eru sambært Wikipedia tvær orsøkir til, at Svøríki heldur tjóðdag 6. juni. Tann fyrsta er, at Svøríki tók seg úr Kalmarsamveldinum og aftur gjørdist sjálvstøðugt ríki. Kalmarsamveldið varð stovnað í 1397 og var samveldi millum Svøríki, Danmark og Noregi við øllum tilhoyrandi ríkjum – millum annað Føroyum. Svøríki tók seg úr samveldinum longu í 1523, tá ið Svøríki fekk egnan kong.

Hin grundin, at 6. juni er tjóðdagur í Svøríki, er stjórnarskipanin, ið varð gjørd í 1809. Stjórnarskipanin var grundarlag undir, at Svøríki gjørdi grunlógarbroytingar íárunum eftir 1809, og skipanin varð undirskrivað av kongi 6. juni í 1809.