Tøkugjaldið av laksi kann økjast

Seinastu dagarnar hevur tað verið kjakast, um alivinnan eigur at rinda meiri í landskassan.

Løgmaður byrjaði

Tað byrjaði við ólavsøkurøðu løgmans, har løgmaður sigur, at alivinnan skal rinda meiri í felagskassan, nú laksaprísurin hevur verið søguliga høgur.

Løgmaður heldur, at tøkugjaldið, sum kom í gildið tann 1. januar 2019, eigur at endurskoðast. Gjaldið  eigur at vera hægri enn 5%, tá ið laksaprísurin fer upp um eitt ávíst krónutal. Í dag er tøkugjaldið skipað soleiðis:

  1. Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 36 fyri kilo ella hægri, er gjaldið 5%.
  2. Er miðal altjóða marknaðarprísurin kr. 32 fyri kilo ella hægri, men lægri enn kr. 36 fyri kilo, er gjaldið 2,5%.
  3. Er miðal altjóða marknaðarprísurin lægri enn kr. 32 fyri kilo, er gjaldið 0,5%.

Ósemja í samgongu

Hetta taka tó ikki allir samgongufelagar hjá løgmanni undir við.

Eitt nú hevur Christian Andreasen, formaður hjá Fólkaflokkinum, tikið frástøðu frá løgmanni.

Har verður sagt, at alivinnan rindar nokk í landskassan, og at alivinnan hevur aldrin rindað meiri í landskassan enn nú.

Harumframt verður róð framundir, at alivinnan stendur við hægri framleiðslukostnaði, so sjálvt um laksaprísurin er høgur, so er tað ikki rætt at hækka tøkugjaldið.

Hvat vendir upp og niður?

Alivinnan hevur framíhjárætt til føroyskar firðir, og harvið tykist politiska skipanin at vera samd um, at alivinnan skal rinda eitt tøkugjald fyri hendan framíhjárætt.   

Støddin á tøkugjaldinum má setast út frá objektivum kriterium. Og tað kann ikki botna í, at gjaldið liggur á einum søguliga høgum støði. Tað er ikki eitt argument.

Ístaðin má tað hyggjast eftir úrslitinum hjá alifyritøkunum í mun til tøkugjaldið. Tað er jú lutfallið millum úrslitið hjá alifyritøkum og tøkugjaldið, sum er áhugavert. Veksur úrslitið hjá alifyritøkunum væl meiri enn tøkugjaldið, so er møguliga rætt at kanna um tøkugjaldsskipanin skal stillast av nýggjum.

Hægri laksaprísur

Í grafinum sæst altjóða laksaprísurin í donskum krónum pr. kg frá januar 2019 til juni 2022 (kelda: fishpool.eu).

Tað sæst, at prísurin hevur verið søguliga høgur seinastu vikurnar.

Tað verður tó tikið fram, at framleiðslukostnaðurin eisini er øktur hjá alifyritøkum í hesum tíðarskeiði (og fer at økjast framyvir). Hetta má sjálvandi takast við í viðgerðini av tøkugjaldinum.

Tøkugjaldið kann økjast

Hjá alifyritøkum kann hetta kannast við at hyggja eftir gongdini í úrslitinum fyri hvørt kg. av laksi. Tá verður hædd tikin bæði fyri øktum framleiðslukostnað og øktum nøgdum av laksi.   

Um tað verður hugt eftir Bakkafrost, so sæst í roknskapinum fyri 1. ársfjórðing 2022, at úrslitið var 25,32 kr/kg í 1. ársfjórðing 2022 í mun til 15,56 kr/kg í 1. ársfjórðing 2021. Ein øking uppá 63%, tá ið hugt verður eftir donskum krónum pr. kilo av laksi*.

Bakkafrost økir alsamt um framleidni í teirra ketum, men ein øking uppá 63% uppá eitt ár skyldast primert tí høga prísinum.

Um gongdin er tann sama í Hiddenfjord og Mowi, so bendir tað á, at alivinnan gott kann rinda eitt hægri tøkugjald.      

*Bakkafrost upplýsir eisini tølini í norskum krónum, og har er økingin uppá 57%. Munurin skyldast gjaldoyrasveiggj.