Tórshavnar kommuna ger nýggjar gøtur

Á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu stendur, at býráðssamgongan hevur sett eina millión av, til at gea lendisgøtur. Tørvurin er stórur, sigur Marin Katrina Frýdal.

– Ynskini um gøtur er sera stórur, á lendisdeildini eru heili 11 km skrásettar, sum ynski um at gera gøtur.

Tað sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býðarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu í sambandi við, at Tórshavnar Kommuna í næstum fer undir at gera nýggjar gøtur.

Ítøkiliga er talan um, at fimm gøtur fyrst verða gjørdar. Í Kirkjubø, Velbastað, niðri á Bakka, Á Hvítasandi til gomlu gøtuna til Hoyvíkar og so verður gøta eisini gjørd av Sandagerði til Álaker.

Á fíggjarætlanini fyri 2017, sum fráfarandi býráðssamgonga gjørdi, var onki sett av til at gera nýggjar gøtur, men núverandi samgonga hevur gjørt eykajáttan, sum verður til viðgerðar í kvøld, har 1 millión varð sett av.

Marin Katrina Frýdal heldur tó ikki, at tað er nokk við einans eini millión um árið, um tørvurin og áhugin fyri at bøta um gomlu gøturnar skal nøktast.

– Ásannast má, at 1 mió. til gøtur um árið er alt ov lítið, so mín vón er at tað verður rúmd fyri eini enn størri játtan á langtíðar íløguætlanini, komandi árini, sigur Marin Katrina Frýdal at enda.



Related Posts