Triðja uppboðssølan í dag

Klokkan eitt í dag verður triðja uppboðssølan av veiðirættindum á hesum sinni. 

Uppboðssøla verður klokkan eitt í dag, tá ið rættindi til 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild skulu seljast. Til samans skulu rættindi til 54594 tons av svartkjafti og 53000 tons av norðhavssild seljast á uppboði í ár.

Talan verður um opna uppboðssølu í dag. Tað er skipanin, ið varð roynd í 2011, tá ið øll kunna bjóða, og prísurin sum onnur bjóða sæðst, uttan at tað sæðst, hvør eigur boðið. Tann, ið bjóðar hægst, fær síðan rættindini fyri tann prísin.