Trump bað um at verjuráðgevi ikki skuldi kannast

Eftir at stjórin í FBI hevur mist starvið er komið fram, at Donald Trump bað stjóran lata vera við at kanna Michael Flynn, fyrrverandi ráðgeva í Trump stjórnini. Flynn hevði havt samband við russiska sendimannin og síðani givið Mike Pence varaforseta skeivar upplýsingar um samskiftið við Russland.

Forsetatíðin hjá Donald Trump hevur higartil verið merkt av gølum, og tað sær bert út til at versna hjá forsetanum. Í vikuni komu tíðindi um, at Donald Trump spurdi fyrrverandi stjóran í samveldisløgregluni í USA um at steðga kanningunum av Michael Flynn, fyrrverandi ráðgeva í Trump stjórnini. Michael Flynn hevði sagt ósatt um samband sítt við russiska sendiharran í USA, og 27. apríl kom fram, at hann hevði fingið pening úr russiskum og turkiskum fyritøkum. Men eftir øllum at døma helt Trump ikki, at Michael Flynn skuldi revsast fyri gerðir sínar.

“Vónandi kunnu tit lata hettar fara,” skal forsetin hava sagt við James Comey, fyrrverandi stjóran í FBI. James Comey hevur sjálvur skrivað hetta í einum notati sum stjóri. Í Hvítu Húsunum nokta tey at at hava biðið stjóran sleppa kanningunum, men viðganga samtundis, at samband hevur verið ímillum forsetan og stjóran.

Í fleiri útlendskum miðlum verður skrivað, at støðan er meira álvarslig enn áður. Um so er, at tað er satt, at forsetin hevur blandað seg uppí kanningararbeiði hjá samveldisløgregluni, so kann talan gerast um ríkisrættarsak, siga summi.

Michael Flynn varð annars koyrdur frá í starvinum sum ráðgevi í Trump stjórnini innan Tjóðartrygd eftir bert 23 dagar í starvinum, sum er tað stytsta nakar hevur sitið í starvinum.