Trump Junior hitti russiskan advokat

Donald Trump hevur leingi verið ákærdur fyri at hava havt samband við fólk í russisku fyrisitingini í sínum valstríði. Nú skal Donald Trump jr hava hitt russiskan advokat, sum segði seg hava upplýsingar um Hillary Clinton. 

Donald Trump og hansara fyristing verða í løtuni kanna í mun til ákærur um, at samband skal hava verið við Russland undir valstríðnum. Russland skal eftir øllum at døma hava roynt at ávirka valið soleiðis, at Hillary Clinton ikki vann tað. Ein úr fyristingini hjá Trump, Michael Flynn, ið var verjumálaráðharri hjá Trump eftir valið, mátti leggja frá sær, eftir at hann hevði logið um sítt samband við russiska sendiharran í Washington.

Nú veit The New York Times at siga, at Donald Trump Junior, tað er sonur forsetan í USA, hitti russiskan løgfrøðing áðrenn valið, ið hevði lovað uppslýsingar um Hillary Clinton, ið kundu skaða hana. Á fundinum vóru eisini Paul J. Manafort, ið stóð fyri valstíðnum hjá Trump og Jared Kushner, ið er versonur forsetan.

 

Bæði Trump jr. og Jared Kushner hava váttað at hava luttikið á fundinum, men ongin av teimum vil siga, at fundurin ávirkaði valstríðið á nakran hátt. Donald Trump Junior váttar tó, at ætlanin við fundinum var at fáa upplýsingar um Hillary Clinton, men hann sigur at evnið til fundin skifti beinavegin til at snúgva seg um onnur evni, og tað vísti seg, at onki hald var í lyftunum um, at russiski løgfrøðingurin hevði upplýsingar, sum kundu skaða Hillary Clinton. Hann avvísir hinvegin ikki, at ætlanin við fundinum var at fáa uppslýsingar um Clinton.