Tvøroyrar Kommuna letur Havnini viðurkenning

Fyrrapartin handaði Alvi Mortensen, býráðslimur í Tvøroyrar Kommunu, Anniku Olsen viðurkenning fyri hjálpina, sum kommunan veitti tá eldur var í Varðanum í Tvøroyri. 

Fyrr í vikuni veitti Tvøroyrar Kommuna tøkk til allar kommunur í Suðuroynni, eftir at kommunurnar hjálpti kommununi, tá eldur var í Varðanum í Tvøroyri. Fyrr í dag fekk Tórshavnar Kommuna eisini tøkk handaða í skrivligari viðurkenning. Tað stendur á Facebook vanganum hjá Tórshavnar Kommunu.

Les eisini: Tvøroyrar kommuna handað viðurkenningar

Seks sløkkiliðsmenn frá Tórshavnar Sløkkiliði fóru suður at basa ógvusliga eldinum í Varðanum Pelagic.

Á Facebook vanganum hjá Tórshavnar Kommunu stendur, at “Annika Olsen takkaði fyri viðurkenningina og fyri stóra arbeiðið, sum bleiv gjørt henda dagin. Borgarstjórin segði eisini, at Tórshavnar kommuna altíð er til reiðar at veita eina hjálpandi hond, tá ið á stendur.”

Tórshavnar Sløkkilið fekk viðurkenningina frá Anniku Olsen, og viðurkenningin fer framyvir at hanga í hølunum hjá Tórshavnar Sløkkiliði.