Týskt verjuskip í Havn

Í gjár sást týskt verjuskip sigla inn á Havnina við hjálp frá Pressaranum og Samson hjá MEST, samstundis sum ein kavbátur lá í Skopunarfirði. 

Eins og sæst á myndini omanfyri var verjuskip siglt inn á Havnina í gjár við hjálp frá Pressaranum og Samson, sleipibátunum hjá MEST.

Verjuskipið á myndini er úr Týsklandi og er av Elbe-skipunum, ið verða brúkt sum útgerðarskip (supply-skip) til kavbátar og onnur smærri skip. Skipið var merkt A515 og sambært teimum upplýsingum, ið Fjúrtandi hevur, er tað skipið kallað Main og hevur heimstað í Eckernförde í týska partinum av Sleswig-Holstein.

Um somu tíð, sum myndirnar av skipinum eru tiknar, bórust tíðindi um, at ein kavbátur lá í Skopunarfirði, so tað er sannlíkt, at hetta skipið verður brúkt sum útgerðarskip til tann kavbátin, hóast tað ikki er váttað, at kavbáturin var týskur. Myndin vinstrumegin er tikin í Skopun og har sæst kavbáturin, hóast myndagóðskan kundi verið betri.