Unga Tjóðveldið kunngjørt grønan politikk

Á landsfundinum hjá Unga Tjóðveldinum í mars varð samtykt at skriva grøna politikk felagsins. Unga Tjóðveldið hevur í dag 8. juli kunngjørt grøna politikkin

Á árliga landsfundi felagsins vórðu limirnir samdir um at skriva grønan politikk. Landsfundurin skeyt upp 3 fólk, ið skuldu arbeiða víðari við hesum.

3. mai varð grøni politikkurin samtyktur á limafundi. Unga Tjóðveldið hevur nú, sum fyrsta ungmannafelag í Føroyum, kunngjørt gjøgnumførdan grønan politikk.

“Tað er av størsta týdningi, at ungdómurin velur grønar leiðir. Vit gjørdust sera skuffað, tá móðurflokkur okkara var við til at samtykkja nýggjar oljuleitingar kring Føroyar, og tískil hildu vit tað vera sera týdningarmikið, at vit í Unga Tjóðveldinum vísa á eina grøna leið, ið vit ynskja fyri Føroyar” sigur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum.

Grøni politikkurin kann lesast við at trýsta á her 

(Anna Malan Jógvansdóttir eigur myndina)