Várskeiðið á háskúlanum í Vági liðugt

Fríggjadagin endaði várskeiðið í ítróttarskúlanum í Vági. Hátíðarhald var í Stóra Pakkhúsi, og fimtan næmingar fingu prógv handað.

Háskúlaleiðarin, Guðmundur Joensen helt røðu, tá ið fólk var komið saman í Vági. Fimtan næmingar hava luttikið á várskeiðinum á Ítróttarháskúlanum, sum byrjaði í januar.

Næmingar úr Føroyum, Danmark og Íslandi hava gingið á skeiðnum. Á heimasíðu skúlans stendur eisini skrivað, at næmingar úr bæði Føroyum og grannalondum okkara hava meldað seg til heystskeiðið.

Næmingarnar takkaðu eisini fyri seg á hátíðarhaldinum, og á heimasíðu skúlans stendur, at tey mæltu øllum til at fara á ítróttarháskúlan í Vági. Tey ætlaðu sær at møtast aftur innan stutta tíð, og tey vóru eitt upplivilsi fyri lívið ríkari.

Les meira her