Verður viðgjørt sum yvirgangur

22 fólk hava latið lív og 59 eru løstaði, eftir at bumba brast til konsert í Manchester í gjár. 

Umleið klokkan 22.30 fekk bretska løgreglan boð um, at spreingingar høvdu verið í Manchester Arena, har Ariana Grande hevði konsert. 22 fólk eru deyð og 59 fólk eru løstaði. Sum skilst eru fleiri, ið sveima ímillum lív og deyða.

Løgreglan hevur boðað frá, at støðan at sum útgangsstøði verður viðgjørd sum yvirgangur og at fremsta raðfestingin hjá løgregluni nú er at staðfesta, um bumbumaðurin arbeiddi einsamallur ella ikki.

Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, hevði tíðindafund í morgun, har hon sýnti samkenslu fyri teimum raktu. Valstríð er í Onglandi, men politisku flokkarnir hava boðað frá, at flokkarnir halda frí frá valstríði í dag.