Vit hava lyndi til at taka okkara rættindi fyri givið

Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, legði dent á stjórnarskipanina og týdningin av at fremja nýskipanir í góðum tíðum í røðu síni í viðgerðini av løgmansfrágreiðingini.

Annita á Fríðriksmørk legði dent á, at vit eiga at tora at gera nýskipanir eisini í góðum tíðum. Stjórnarskipanin, sum á ólavsøku varð løgd fram fyri almenninginum, skal staðfesta, at rætturin at gera av framtíð Føroya liggur hjá føroyska fólkinum. Hon skal tryggja føroyingum grundleggjandi rættindi, sum vit hava lyndi til at taka fyri givið, segði Annita á Fríðriksmørk millum annað, og vísti á, at hon fer at tryggja m.a. fólkaræði, ognarrætt og trúarfrælsið.

Í løgmansfrágreiðingini legði Aksel V. Johannesen dent á, at í góðum tíðum er neyðugt at brynja seg til verri tíðir. Hesum tók Annita á Fríðriksmørk undir við. Fyri at standa stinnari í verri tíðum, er neyðugt, at tað almenna ikki brúkar ov nógvar pengar í góðu tíðunum og klárar at halda aftur og spara upp.

At enda vísti Annita á Fríðriksmørk á, at javnstøða hevur stóran týdning í einum samfelagið. Bæði javnstøða millum kyn og minnilutar, men eisini javnstøða millum ymsu økini í landinum. Í løtuni eru nógv øki í landinum, sum ikki fáa ágóða av góðu tíðunum. Hetta eigur m.a. at bøtast við, at infrakervið á fleiri av teimum smærru økjunum verður bøtt munandi, segði Annita á Fríðriksmørk.