Vit vaksa við avbjóðingum

Í røðu til setanina av ráðstevnu um burðardygga matframleiðslu segði Páll á Reynatúgvu, at samgongan vil stuðla lokalum stigtakarum í at gera Føroyar sjálvberandi á økinum. 

Ráðstevna var í gjár og fyrradagin á Sandi, ið kallaðist “Alternative and Sustainable Food Production in the Artic.” Á setanini av ráðstevnuni helt Páll á Reynatúgvu røðu, har hann millum annað vísti á, at í samgonguskjalinum stendur, at ein ætlan skal gerast um, hvussu Føroyar kunnu gerast sjálvberandi í matframleiðslu. Serligur partur av ætlanini er at stuðla lokalum stigtakarum í at náa málinum.

Ráðstevnan er fyriskipað av Fróðskaparsetri Føroya sum liður í útbúgvingini West Nordic Studies. Ráðstevnan hevur verið hildin áður í Havn, Reykjavík og Nuuk, og á hesu ráðstevnuni vóru eisini serfrøðingar úr øllum heiminum og hildu fyrilestrar.

Páll á Reynatúgvu vísti í røðu síni á, at hann sum formaður í SEV var við til at gera ætlanina um, at øll el-framleiðsla í Føroyum skal verða hundrað prosent grøn. Tá vóru fá, ið trúðu uppá, at tað bar til, men nú gongur tann rætta vegin, og framleiðslan gerst spakuliga grøn.

At enda segði Páll á Reynatúgvu, at hóast talan var um eina stóra avbjóðing, so skuldu vit minnast til, at menniskju vaksa við avbjóðingum.

 

 

Til ber at lesa alla røðuna hjá Páll á Reynatúgvu her