Vit vilja klára okkum sjálv

sigur Jóhan Christiansen í Eysturkommunu

Í Eysturkommunu varðveitti Tjóðveldi síni trý umboð, og Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri. Hann er ikki í iva um, at hansara partapolitiska sannføring sæst aftur í hansara kommunalpolitiska virksemi.

– Eg eri loysingarmaður um ein háls, og tað haldi eg speglast aftur í politikkinum hjá okkum – vit vilja klára okkum sjálv. Tað er ikki endiliga tí, at vit hava lagt eina kommunala stevnuskrá um akkurát tað, men persónliga vil eg fegin avspegla grundsjónarmiðini hjá Tjóðveldi. Eisini tá vit tosa um tey bleytu virðini, so eru tey væl umfatað av okkara politikki.

– Og tá tað snýr seg um viljan til sjálvbjargni, so haldi eg, at tað vendir øvugt – at har er tað landspolitikararnir hjá Tjóðveldi, sum kunnu lurta og læra av kommunalpolitikarunum. Tí landspolitikararnir ganga ofta á odda sum forsprákarar fyri kommunusamanleggingum fyri at rasjonalisera, tí kommunurnar ikki megna hettar og hattar. Men hvussu skulu føroyingar trúgva upp á, at vit klára at taka loysing, um vit ikki eingongd hava álit á, at kommunurnar megna at stýra sínum viðurskiftum?

Har síggi eg eitt stórt glopp millum veruleikafatanina hjá landspolitikarunum og kommunalpolitikarunum, sigur Jóhan Christiansen.

Tjóðveldi í kommunupolitikki